Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nevndarval í Herluf’s Kafé

Jóhann Lützen

Leygardagin 14. mars 2026 verður nevndarval í nýstovnaða felagnum Herluf’s Kafé, og øll áhugað eru hjartaliga vælkomin at møta.

 

Hugskotið við Herluf’s Kafé er at skapa eitt opið samkomustað, har fólk við ymiskum áhugum kunnu hittast, práta og skipa fyri ymiskum virksemi. Felagið er politiskt og átrúðnaðarliga óheft, og dentur verður lagdur á felagsskap og trivnað.

Á fundinum verður:

  • Kunngjørt hvørji valevni stilla upp
  • Val av nevnd við 5 limum
  • Kunning um arbeiðið víðari við felagnum

Hetta er eitt gott høvi at vera við til at mynda eitt nýtt felag og eitt nýtt samkomustað í býnum.

Stað: Bøgøta 3, Klaksvík. Inngongd í erva.

Klokkan: 9-12

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!