Tveir nevndarssessir stóðu fyri vali, tá Starvsmannafelagið hevði aðalfund
Tveir nevndarssessir stóðu fyri vali, tá Starvsmannafelagið hevði aðalfund
Vald í nevndina blivu Bjørg Jacobsen, sum starvast á Føroya Tele og Svend Åge Seloy, ið starvast á landssjúkrahúsinum. Bjørg varð fyrst vald við 131 atkvøðum, meðan Svend Åge varð næst valdur við 96 atkvøðum.
Nevndarlimirnir í Starvsmannafelagnum verða valdir fyri trý ár í senn, og skuldu tveir sessir mannast hesaferð. Næstformaðurin Niels á Reynatúgvu, hevur sitið tríggjar setur og kundi tí ikki stilla uppaftur. Hin sessin hevði Svend Åge Seloy, sum nú er valdur í nevndina eitt skeið afturat.




