Ungu kvinnurnar úr Føroyum vunnu ein sannførandi 3-1 sigur á Íslandi
Høllin á Hálsi er karmur um U19 Nevza kapping hjá kvinnum og monnum hetta vikuskifti. Luttakandi londini eru Danmark, Ongland, Ísland og Føroyar.
Í morgun kl. 9 byrjaðu Føroyar og Ísland og tað Føroyar vóru munandi betri.
Føroyar 3 – 1 Ísland. Settúrslit, 25-16, 25-23, 14-25 og 25-13
Kvinnurnar spæla aftur í kvøld kl. 19 móti Onglandi
Nú kl. 11 spæla U19 menn hjá Føroyum móti Íslandi og teir spæla aftur í dag kl. 17 móti Onglandi







