Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neyðarróp í drepandi tøgn

Verjið børnini

Verjið Børnini og SPÍF fara gera nøkur smærri tiltøk yvir páskirnir og ætlanin er, at gera stóra móttmælisgongu vikuna eftir páskir. Vit vilja ikki at sakin við dømda Kim Anders skal fara stillisliga forbí.

Fyrsta átaki verður Langafríggjadag kl 13 á Vaglinum. Øll møta upp til eina “jarðarferð” ílatin í svørtum. Vid tøgn verður Merkið sett í bøin vid SOS skriva stórt á vid svørtum. Hetta er ein løta fyri at minnast børnini. Børn, sum liva í ótta og pínu av kynsligum ágangið, siga ofta frá uttan at siga nakað. Tey bliva hótt og ofta buka til tøgn. Hesa løtuna minnast vit tað drepandi tøgnina sum offur av pedofilum líða undur.

Hjálpið okkum at minnast hesi børn.

Møti upp í svørtum kl 13 á Vaglinum Langafríggjadag.

Um tit ikki hava møguleika at faa fatur á lítlum fløggum, hava vit fløgg vid til sølu 5kr, og vit hava svartar tussj.
Vónandi fáa vit allan bøin uttan fyri Vagli klæddan vid SOS á Merkinum.