Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neyðugt við tillagingartíð

Helgi Abrahamsen

“Vit hava fingið ein greiðan politiskan málsetning at arbeiða eftir, og hann mugu vit halda okkum til.”

“Vit hava fingið ein greiðan politiskan málsetning at arbeiða eftir, og hann mugu vit halda okkum til.” Tað segði Johnny í Grótinum, formaður í arbeiðsbólkinum, ið orðar ein nýggjan fiskivinnupolitikk, tá hann hevði eina framløgu á fiskivinnuráðstevnuni í Runavík í morgun.

Málsetningurin er ein marknaðargrundað skipan, har fiskiríkidømið skal vera fólksins ogn og ikki ogn hjá privatum. Og eisini stendur í málsetninginum, at fiskirættindini skulu vera á føroyskum hondum.

“Tann 1. oktober skal nevndin vera liðug við sítt arbeiði, og 1. mars skal nýggja lógin leggjast fyri løgtingið,” segði Johnny í Grótinum.

Hann helt, at tá verandi fiskivinnuloyvi vórðu søgd upp fyri 10 árum síðani, skuldi vinnan longu fingið at vita, hvat kom ístaðin í 2018.

“Men framvegis er hesin spurningurin ikki svaraður, nú 16 mánaðir eru eftir, til lógin verður broytt,” segði hann.

Undir øllum umstøðum helt hann, at tað fór at verða neyðugt við eini bleytari skiftisskipan frá tí verandi til tað komandi.

Nógvir spurningar

Aftaná framløguna fingu áhoyrararnir loyvi at seta spurningar, og nógv nýttu høvið at spyrja og onkur hevði eisini viðmerkingar uttan at seta nakran spurning.

Ein av spyrjarunum var Tórheðin Jensen, ið hevur verið virkin í kjakinum um uppboðssølu av fiski. Hann vísti á, at hann kendi ongan fiskimann, ongan reiðara og einki manningarfelag, sum gekk inn fyri uppboðssølu av veiðirættindum, og har uppboðssøla er roynd er hon eisini steðgað aftur.

“Ávirkar tað ikki tykkara meting av, hvussu hetta fer at eydnast?” spurdi hann.

Johnny í Grótinum svaraði stutt og greitt: “Heilt víst.”