Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nina skal verja málið

Jóhann Lützen

StÍF hevur gjørt sáttmála við málverjan Nina Abramovic. Hon verður nýggjur málverji hjá besta kvinnuliðnum hjá felagnum.

Nina kemur úr Montenegro. Hon er 31 ár, 179 cm. Hon hevur drúgvar royndir sum málverji á høgum stigi í heimlandinum. Hon hevur vunnið fleiri virðislønir sum besti málverji í ymiskum kappingum í Montenegro.

Nina er útbúgvin arkitektur.

StÍF fegnast um samstarvið við Ninu og bjóðar henni vælkomnari at menna kvinnuliðið og felagið enn meira.