Á Magn støðini í Klaksvík var stórur dagur í dag. Jenny Mørkøre takkaði fyri seg eftir drúgva starvsleið hjá Magn og Shell í 47 ár. Samstundis byrjaði Rúni Petersen á Magn í Klaksvík, sum sølumaður til vinnukundar
Nógv fólk var samankomið til almennu móttøkuna á Magn í dag. Johnni Poulsen, stjóri í Magn helt røðu fyri Jenny Mørkøre og handaði henni blómutyssi og ein málning av Arnold Vegghamar.
Rúni Petersen verður nýggjur sølumaður hjá vinnukundum hjá Magn. Arbeiðsstaðurin verður í Magn í Klaksvík. Leif Hovgaard, sølustjóri á Magn ynskti honum blíðan býr.
Vit lata myndirnar tala.




































































