Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógv regn í nátt

Hanus Kjølbro

Nógvur vindur og regn kring alt landið í gjár. Í mogun er frægari – veðurstøðirnar hjá Veðurstovu Føroya siga frá 5 til 10 m/s av landnyrðingi eystri, skýggjað ella mjørki og so er sirm í støðum.

Vit eru undir einum hátýstryggi í løtuni (klokkan 11:30), men eitt annað lágtrýst við vindi og nógvum regni nærkast vestaneftir.

Vit fara at leggja merki til tað eitt sindur út á seinnapartin. Tá fer ættin úr landnyrðingi eystri niður ímóti landsynningi. Vindferðin tann sama sum nú.

Seint í kvøld – tað verður um midnáttarleitið ella so – fer brúgvalagið við regni at reka yvir Føroyar. Í fyrstanini ikki so nógv regn, men um 2 – 3 tíðina er nógv regn, áarføri, og vindurin er vaksin upp í 10 til 15 m/s av landsynningi-suðuri.

Tað fer at regna alla nátt – slítur ikki í fyrr enn út á fyrrapartin í morgin. Á middegi og restina av sunnudegnum eru 10 til 15 m/s av suðuri ella útsynningi suðuri og turt – tó ælaveður eina løtu um kvøldið.