Vinnur KÍ á B36, so verður B36 fyribils úti av FM stríðnum, men vinnur B36, so er stórur møguleiki fyri, at bara 3 stig vera á muni millum nummar 1 og 5 í Betri Deildini hjá monnum eftir komandi umfar.
Í fótbólti verður mangan tosað um ”6-stig dyst” og tá verður hugsað um, at ein dystur í veruleikanum hevur størri ávirkan enn bara 3 stig, tí tveir kappingarneytar møtast, har báðir ikki kunnu fáa fulla úrtøku. Og sigast má, at sunnudagin verður ein slíkur dystur í Gundadali millum B36 og KÍ.
Vinnur KÍ hendan dystin, so vera 9 stig á muni millum KÍ og B36, og tá kann ein siga, at B36 fyribils er úti av FM stríðnum, hóast tað sjálvsagt ber til at innheinta 9 stig, tá so nógv er eftir av kappingini og vit hava eisini sæð lið gjørt tað nakrar ferðir. Men vinnur B36, so vera bara 3 stig á muni millum KÍ og B36. Hini liðini í topp 5 – HB, NSÍ og Víkingur – møta trimum teimum niðastu liðunum og tí er ikki ósannlíkt, at tey øll fá fulla úrtøku. Hendir tað og B36 vinnur í Havn, so vera 3 stig á muni frá nummar 1 til 5 eftir dystirnar í 8. umfari sunnukvøldið. Tað er nokk tað, sum øll uttan tey sum halda við KÍ vóna, fyri at fáa so spennandi kapping í toppinum millum so nógv lið sum møguligt.




