Í ár hava heilt nógvar pisur fingið húgvuna á høvdið og prógv í skjáttuna á Miðnámsskúlanum á Kambsdali – hetta sum tekin um lokna útbúgvin í tvey ella trý ár.
140 næmingar hava fingið prógv á teimum fýra breytunum – hugbreyt, búskaparbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt. Aftur í ár eru kvinnur tær flestu pisurnar, skriva tey á heimasíðuni hjá skúlanum á Kambsdali. Kvinnurnar eru 90 í tali, meðan 50 mannfólk fáa prógv í ár.
Í dag, mikudagin 21. juni varð so stóri, árligi pisufundurin á Gøtusandi kl. 17– Tað var av fagrasta veðri. Men komin hálva leið fór tað rættiliga at regna, men lagið var gott og lítt afturat.
Henda løtan plagar at vera ein sera hátíðarlig løta. Í ár var Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD gestarøðari. Vegna næmingarnar segði Jákup Norðoy Vilhelmsen úr B20b nøkur væl vald orð.
Fuglafjarðar Hornorkestur spældi so hugaliga, tó at djúpi tónin frá Niels Midjord á B-bassinum manglaði. Tey settu tó rættiligan dám á pisufundin hjá næmingunum, sum sluppu at syngja við til onkrar av sangunum.
Fríggjadagin 23. juni verður so stór prógvhandan í ítróttarhøllini á Kambsdali. Hesa vikuna fáa eisini 5 næmingar á Serbreytini prógv – og 15 FHS næmingar fáa prógv.
Hesir næmingarnir halda í nøkrum førum fram á Miðnámi á Kambsdali í tvey ár afturat. Á fyrireikingarbreytini í Klaksvík, sum eisini hoyrir til skúlan, fáa í ár 9 næmingar prógv.
Jú, ein hugnaligur dagur á Syðrugøtu sandi í dag, har errin og glað foreldur, ommur og abbar titaðu runt um pisur sínar, sum nú so spakuliga verða ”sparkaðar” úr reiðrinum. Men fleiri av fuglunum fylgja ungum sínum, til teir eru lendir trygt á sjónum.
Pisunum øllum verður ynskt góða eydnu og gott flog.































































