Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógvir KÍ-leikarar ikki tøkir á landsliðnum

Jákup Ósá

Hallur Hansson, Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg hava givið avboð nýliga. Jákup B. Andreasen, Heini Vatnsdal, Pætur Petersen og Mads Boe Mikkelsen eru ikki úttiknir, tí teir eru skaddir ella ov ”hálvir” staðfestir Håkan Ericson eftir tíðindafundin fyri Norðlýsinum í morgun. 

Odmar Færø, Jóannes K. Danielsen og René S. Joensen eru úttiknir til dystirnar móti Armenia og Lettlandi. Sí hópin niðanfyri.