Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógvir skaðar í KÍ hópinum

Jákup Ósá

Í gjárkvøldið kundu sjey leikarar ikki spæla vegna skaðar.

Tað er ikki bara í B36, har minst sjey leikarar ikki fáa spælt stórsteypadystin sunnudagin, at nógvir skaðar gera um seg í løtuni. Í KÍ vóru sjey leikarar, sum ikki spældu venjingardystin móti Víkingi í gjár, sum Víkingur vann 3-2. Kristian Joensen, Ólavur Niclassen, Mikkjal á Bergi, Deni Pavlovic, Óli Ey. Poulsen, Aksel B. Danielsen og Torbjørn Grytten spældu ikki. Til dystin móti HB í 1. umfari um eina góða viku er møguligt, at onkrir vera klárir, men sum skilst ganga helst fleiri vikur, áðrenn Mikkjal á Bergi, Ólavur Niclassen, Aksel B. Danielsen og Óli Ey. Poulsen vera tøkir aftur.

Málini hjá Víkingi skoraðu Adeshina Lawal, Ingi Jonhardsson og Sølvi Vatnhamar, meðan Jesper Brinck og Jákup B. Andreasen skoraðu fyri KÍ.