Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógvir ymiskir skaðar av veðrinum

Oliver Joensen

Útsynningurin leikaði hart á í støðum í Klaksvík í nátt. Millum annað fór takið av neystum við Borðoyarvík, eins og yvirtromin fór omanav gamla seyðahúsinum hjá Norðurstovugarðinum, við Hellisenda í Gerðum. Karl Heri Joensen, gamli bóndin á garðinum segði mær, at Seyðahúsið við Hellisenda helst er bygt undir seinna heimsbardaga. Upprunaliga var taki á húsinum gjørt av stoyptum taksteinum frá Kjølbro. Tá Norðlýsið var framvið við myndatólinum, var eitt væl mannað lið av garðinum og tók upp tað sum vindurin hevði slongt kring um á Gerðabøi.

Á flesjum var eisini rokan av fólki, ið tók upp eftir ódnina. Gamlar neystatekjur vóru farnar í ódnini, ímeðan einki bilti nýggju snotuligu neystunum ella summarhúsunum, ið nýliga eru bygd har.

Nógvastaðni kring um í Klaksvík gjørdi ódnin annars um seg, takið á bygninginum hjá SMJ var eitt av teimum, ið eisini reiv.