Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norð Festivalurin – ein spildurnýggjur festivalur í Norðoyggjum

Jóhann Lützen

Norðasta bygdin í Føroyum bjóðar seg nú fram við einum nýggjum festivali, har dentur fer at verða lagdur á bæði matin umframt sjálvsagt tónleikin. Alt tað vanliga við camping og tjalding verður, og hartil verður nógv til børnini eins og inni á Hotel Norð. Norðlýsið hevur hitt Jógvan á Oksakletti, stigtakara, á máli, og hann greiðir soleiðis frá um hugskotið og sjálvan festivalin.

 

Vilja hava Viðareiði á kortið aftur

– “Sjálvt hugskotið er ikki nýtt. Vit hava tosað um tað rættiliga leingi. Hugskotið kom av, at Viðareiði tíverri hevur verið ein eftirbátur, tá tað kemur til “happenings”, og vit vildu tí krydda ta flottu náttúruna á Viðareiði við onkrum afturat. Tað verður møguleiki fyri campingvognum og tjalding, og so verður eitt barnaland eisini, umframt sjálvsagt tey tónleikaligu innsløgini á einum festivali. Mentanarlig tiltøk vera eisini, eitt nú ein rundvísing í nærumhvørvinum har fyri tey áhugaðu.

Festivalurin verður “bert” tann eina dagin, men afturfyri verður tann dagurin hildin á tamb. Ætlanin er at byrja kl. 10, barnalandið antin kl. 13 ella 14, og tónleikurin byrjar so at floyma frá kl. 15 av og úteftir. Hildið verður á til í øllum førum á miðnátt, og eftir tað verður so almennur dansur í einum tjaldi, ið longu er fingið til vega.

 

Hotel Norð í miðdeplinum

NorðFestivalurin fer at hava økið við Hotel Norð sum snúningsøki, og hotellið sjálvt verður eisini brúkt undir festivalinum, við tað at stórt sjálvtøkuborð verður inni har. Við síðuna av hotellinum verður tjaldingarøki, og tað fer at bera til at keypa tjald frá fyriskiparunum. Til Barnalandið eru leigaðar 5-7 hoppiborgir, ið verða settar upp á fótbóltsvøllinum á Viðareiði. Eystanfyri Hotel Norð, á økinum sum annars hevur verið parkeringsøki, verður stóri pallurin, eins og GrillTeam kemur at grilla í nándini.

 

Sjálvandi bygdamentan

Stóra fjósið á Viðareiði verður eisini partur av festivalinum. Ætlanin er at sýna fram, hvussu ein kúgv verður flett, og neytakjøt, ið er flett nakað áðrenn, verður koyrt á grillina undir festivalinum. Hetta verður mest gjørt fyri geva festivalinum nakað av bygdamentan.

 

Camping og matur við góðsku

Campingøkið verður rundan um skúlan á Viðareiði. Verður økið fult, skulu vit nokk klára at gera pláss fyri fleiri. Fólk eru øgiliga spent, og vit hava fingið øgiliga positivar afturmeldingar, umframt at fleiri hava boðið seg fram at hjálpa til. Tað verður m.a. sagt, at tað hevur manglað, at okkurt stórt verður hildið á Viðareiði, altso út yvir tað privata fyri innboðin, sum verður hildið á Hotel Norð.

Stórur dentur fer at verða lagdur á matin. Ofta er maturin á festivalum ikki á einum støði, sum man kundi ynskt sær, men tað fer ikki at verða tilfeldið á NorðFestivalinum. Til fer at bera at keypa mat inni á hotellinum, har ein fær sett seg niður, og uttanfyri frá Grillteam’inum.

 

Prísur og atgongumerkjasøla

Prísurin á atgongumerkjum er ikki heilt klárur at upplýsa enn, men hann fer at vera sámiligur, onkrastaðni ímillum 300 og 500 krónur, og vit seta 200 billettir til sølu í forsølu. Tað verður selt á internetinum fyrst, helst seinni í hesi vikuni, og seinni fer at bera til at keypa beinleiðis frá fyriskiparunum”.

Festivalurin verður leygardagin 26. august.