Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norð Festivalurin: Skráin tekur skap

Jóhann Lützen

Norð Festivalurin 2024 er pakkaður við øllum tí feitasta undir stórsligum umstøðum á Viðareiði leygardagin 31. aug. 2024

 

Talan verður um ein tónleikadag frá morgni til myrkurs; barnaland, camping, tjalding, góður matur og nógv nógv annað!

Ókeypis bussar koyra frá sandinum í Klaksvík til Viðareiðis hvønn tíma allan dagin/náttina, so góðir møguleikar eru at skaffa sær fart báðar vegir.

Nøvn sum longu eru kunngjørd á Norð Festivalinum 2024:

  • TV-2 (DK)
  • Týr
  • Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen (Eyðun, Terji og Kim)
  • Grandma´s Basement
  • Signar í Homrum v/bólki
  • Vágaverk
  • Døgg Nónsgjógv
  • Maria R. á Heygum
  • Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein
  • Jens Marni Hansen
  • + fleiri á veg

Keyp tíni atgongumerki nú og spar pening: https://nordfest.atgongumerki.fo/…/2346743/order/info
Vit síggjast á Norð Festivalinum.