Tað sær út til at smáfuglunum dámar at sleppa inn á brúnna á Norðborg. Fyri tveimum døgum síðani fingu vit vitjan av einum smáfugli. Jens-Kjeld Jensen segði at tað var ein snjófuglur, tað sama sigur Karl A. Thomsen úr Norðragøtu. Eg havi lagt 11 nýggjar myndir av fuglinum í dag fremst og so tríggjar av tí fyrra vitjandi. Karl segði víðari, at fyrri fuglurin helst var ein bøga. Fuglurin vit hava fingið vitjan av í dag, hevur størri nev og fagrari litir, men hann sær út til at vera av somu familju. Kanska ein steggi (vit eru oftast vakrari). Annars havi eg lisið mær til, at hesir búleikast í londum kring norðurpólin. Her um okkara leiðir reiðrast hann eitt nú í Noregi, Skotlandi og Íslandi, men sambart Karl, so eiga snjófuglarnir ikki í Føroyum, hóast teir eru ikki so sjáldsamir gestir í Føroyum vetrarhálvuna:
Rætting: Soleiðis er at gita og ikki vita: Nei, sigur Karl A. Thomsen, hasin tit nú hava fingið vitjan av er ein fjallíga. Hesir flyta nú. Bert funnin tvær ferðir at eiga í Føroyum, Rættiliga vanligur at síggja í FO í flytitíðini.

























