Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg vann Sjómannakappingina

Jákup Ósá

Sunnudagin var árliga sjómannakappinginn leikt.

Talan var um eina væleydnaða kapping og flestu luttakararnir søgdu seg vera væl nøgdar við broytingarnar um, at einki lið kundi hava meir enn ein leikara úr teimum báðum bestu deildunum seinastu fimm árini. Hetta gjørdi, at liðini vóru rættuliga jøvn og m.a. komu vinnararnir úr Norðborg akkurat víðari úr bólkinum sum nummar trý av 5 liðum. Í finaluni møttust Norðborg og Næraberg. Talan gjørdist um ein sera spennandi dyst, sum endaði við javnleiki. Tí bleiv spælt til annað liðið hevði skorað. Bæði liðini høvdu nokk av møguleikum til at avgera dystin. Tá 8 minuttir vóru spældi kom hol á. Tórður Lervig spældi góðan bólt inn fyri, har Ronnie Samuelsen skallaði bóltin í mál. 1-0 og steyp og høvuðsvinningur til Norðborg, meðan teir annars vællleikandi leikararnir á liðnum hjá Nærabergi máttu taka til takkar við silvur vinninginum.

Niðanfyri eru myndir av teimum báðum bestu liðunum.