Ein kunning um part av pelagiskari troling. Her uborð á Norðborg klára tríggir mans at skjóta, hála og tøma pelagiska trolið. Hendan dagin eg tók myndirnar, var gott veður og góð 200 tons av sild mundi vera í trolinum tá tað kom á borði. Aftast í trolinum er posin, fremst teir fagurlittu meskarnir, ið eru sera stórir kanska einar 48 metrar langir, skapið er ein sekskantur. Tá fyrsti parturin av trolinum er komin á dekkið, skal fáast fatur á uttasta endanum á posanum, ið er seinasti partur av trolinum. Til tað hava teir áðrenn teir skutu trolið út, gjørt ein enda fastan í eitt netstykkið uttast, sum teir nevna skeggið. Endin, ið liggur fram við trolinum og posanum út til skeggið verður nú drigin inn við einum spæli. Tá skeggið er komið inn, verður tað gjørt fast í pumpuna, sum skal pumpa sildina inn í skipið ímeðan trolið enn er úti. Hetta er ein stór pumpa, sum verður drivin við oljutrysti. Pumpan verður soleiðis gjørd føst til posan, pumpan er eisini føst við skipið við eini tjúkkari slangu, har pumpst skal ígjøgnum. So verður pumpan søkt í havið sman við posanum og byrjar so at pumpa sild inn í kølitangarnar á Norðborg. Tá tað er liðugt, verður pumpan sett aftur upp á pláss og trolið við posanum vundið inn á trumluna, sum hongur yvri trolbananum.
Skiparin Jón Rasmussen sigur, at teir hava tað reglu her umborð, at fiskurin skal liggja minst 12 tímar áðrenn hann verður viðgjørdur á verksmiðjuni umborð, ongantíð betur um hann liggur í 24 tímar í kølitangunum. Orsøkin til tess er at fiskurin er betur at fáa ígjøgnum maskinurnar tá deyðstívheitin er farin úr og fiskurin er blotnaður nakað.


















































































