Gamli Kjølbro hvakk við týsmorgunin, tá ið menn frá Norðhús lupu uppá takið á Bókasavninum og eftir lítlari løtu høvdu skrætt ovaru síðu av takinum av.
Hetta var jú hansara hábærsliga ”Damernes Magsin” – eitt av hansara mongu stórverkum, beint yvir av har hann byrjaði virksemi sítt í 1912.
Talan er um heilar 450 m2 av taki, sum verða skift út til tætt tróður og so Alkorplan dúkur lagdur omanyvir. Longu í gjár eru báðar síðirnar av tekjuni álagdar og tættar.
Eisini fær klædningurin eitt strok við penslinum, so her verður prýðiligt og snøgt til Norðoyastevnu.
Á Norðoyastevnuskránni stendur millum annað stendur á skrá:
Hósdagur 3. juni
10:00 – 17:00 Klaksvíkar Bókasavn
Bókasavnið skipar fyri myndabókapostarenning fyri yngri børnum saman við vaksnum, í umhvørvinum kring Bókasavnið


































