Týsdagin, 23/1, skrivaðu umboð fyri Norðhus og Gunnleif Joensen undir keypssáttmála har Norðhús yvirtekur virksemi hjá sp/f GJ.
Virksemi hjá GJ snýr seg m.a. um jørðarbeiði, útgrevstur, spreinging og vegarbeiði.
Partarnir eru báðir vælnøgdir við sáttmálan. Rógvi Josephsen sigur, at Sp/f GJ verður eitt dótturfelag hjá Norðhús. Endamálið við keypinum, er at økja um virksemi og annars at styrkja um fyritøkuna. Virksemi hjá GJ heldur áfram eins og tað hevur gjørt frammanundan og arbeiðsfólkið fylgir við yvir til nýggja felagið.
Gunleif Joensen, sigur, at hann roknar við at skula seta ein nýggjan maskinførara í næstum, tá hann sjálvur roknar við at arbeiða meir við tilboðum og øðrum í samband við arbeiðið.
Undan keypinum av GJ hevði Norðhús umleið 40 fólk í starvi, og er hetta tal nú økt við 5 monnum, so samanlagt eru umleið 45 fólk í starvi hjá Norðhús.




