Allir menninir á Norðingi eru nú umborð á Jógvan S, sum verður á Klaksvík um 2-3 tíðina ídag
Tað gekk ikki hjá Norðingi á hesum sinni at rógva til Hetlands á positiónini 61.54,9 N og 005.25,8 W máttu teir gevast, orsakað av ov nógvum síðuvindi.
Skiparin á Jógvan S sigur við Norðlýsið, at vindurin bleiv einar 12 metrar um sekundi beint inn á síðuna. Hetta gjørdi at vónleyst var hjá manningini á Norðingi at rógva og tí var avgerð tikin um at taka manningina umborð á Jógvan S og venda aftur til Klaksvíkar her teir vera um 2-3 tíðina ídag.
Positiónin sum teir vóru á tá teir góvust er umleið 34 fjórðingar suður eystur úr Borðoyanesi.




