Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðingur vann fyri fyrstu ferð í ár

Jákup Ósá

Triðja árið á rað vann Norðingur minst ein róður. Tað gjørdist greitt eftir, at Norðingur vann á vestanstevnu í Sandavági í dag.

Norðingur vann í harðari kapping við Klaksvíking og Nólsoyar Páll. Norðingur hevði leiðsluna nærum allan teinin og var hálva bátslongd frammanfyri, tá bátarnir fóru um málið.

KRF vann tveir róðrar. Fípan Fagra vann við dreingjum 14-16 ár, meðan Sævarmoy vann við barnaróðri dreingjum.