Í samrøðu við Norðlýsið sigur umboð fyri Norðljóð, at meðan nýggja navnið Norðljóð, bæði hevur vakt ans í Klaksvík og millum tónleikaáhugaði aðrastaðin í landinum, eru tónleikarar í Klaksvík sera fegnir um nýggjárskonsertina 28.des.2019.
Tað var eisini við hesum í huga at boðað var til aðalfundar í Miðstovu leygardagin 29.februar.
Sitandi nevnd var vald aftur og skipaði seg við Jógvan Andrias Joensen, formaður, Herborg Hansen, skrivari, Hans Andrias Jacobsen, peningarøkil.
Aðalfundurin, sum hvørt ár velur tveir eykalimir, valdi Danjal Kjærbo aftur og Asta Højgaard er nývald.
Á fundinum var dúgliga prátað um ymisk viðurskifti, sum hugtóku tey uppmøttu. Serstakliga hugaligt var tað hoyra tey unga koma við sínum hugskotum og ynskjum. Ynskiligt var m.a. at hava fleiri skeið og konsertir fyri limunum.
Eitt ítøkuligt, sum kom fram á aðalfundinum var lima- og áhugafundurin 18.mars kl 20, har umboð fyri KODA luttekur. Vit gleðast yvir at kunna hava fundin í hølum felagsins í Dávavirkinum, sigur umboðið fyri Norðljóð at enda í samrøðu við Norðlýsið.




