Seinasta leygarkvøld og eitt sindur út á sunnunáttina sást norðlýsi. Fleiri myndatakarar vóru tíbetur tilreiðar, og fleiri teirra tóku avbera góðar myndir av hesum ótrúliga vakra fyribrigdi. Eisini í gjárkvøldið var klárt, og norðlýsi sást. Aftur tá vóru fleiri fólk úti við telefonini at taka góðar myndir. Hvat er so norðlýsi fyri nakað, og nær sæst tað?
Sólblettir
Orsøkin til norðlýsi eru svartir blettir á sólini – sólblettir. Teir kunnu vera smáir ella stórir – niður í 16 km í tvørmáti ella upp í 160.000 km í tvørmáti. Teir stóru síggjast uttan teleskop ella aðra sjóneyku. Hesir blettir eru, so løgið tað ljóðar, kaldari enn økið rundanum.
Úr hesum blettum fer magnetisk orka við nógvari ferð, fleiri 100 m/s, sendandi upp frá sólini, og hendan orkan rakar eisini jørðina. Magnetfeltið um jørðina stýrir magnetisku orkuna frá sólini ímóti pólunum – t.e. til tann magnetiska norðpólin og tann magnetiska suðurpólin.
Tí síggjast norðlýsi og suðurlýsi runt um báðar pólarnar – í einum kringi umleið 1000 til 2000 km frá pólunum.
Nær sæst norðlýsi?
Aktiviteturin við sólblettum á sólskorpuni veksur og fellur í einum 11 ára tíðarskeiði. Í nýggjari tíð vóru nógvir sólblettir í 1990, 2001 og í 2013 – og eisini 2-3 ár báðumegin við hesi ár. Nógvir sólblettir merkir tó ikki, at norðlýsi sást hvørt kvøld, men bert, at tað var vanligari enn fyri 4-5 árum síðan, og sum tað fór at vera 4-5 ár seinni.
Í 1986, 1997, 2008 vóru sólblettirnir færri, og norðlýsi var ikki so vanligt at síggja. Í 2021 eru aktiviteturin lutfalsliga lítil, og tí er norðlýsi ikki so títt at síggja.
Stjørnufrøðingar síggja, at sólblettir eru á veg, nakrar dagar áðrenn teir síggjast á sólskorpuni við mátingum við ljóðbylgjum heilar 160.000 km inni í sólini. Forsagnir um norðlýsi eru lagdar út á heimasíður hjá stjørnukanningarstøðum, og nógvar ferðamannaskrivstovur í Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi hava leinkjur til forsagnirnar á teirra heimasíðum.
Norðlýsi sæst her niðri á jørðini nakrar dagar eftir, at sólblettir eru komnir á sólskorpuna. Fyri at síggja norðlýsi, má tað vera klárt, og best er, at tú ikki ert órógvað(ur) av øðrum ljósi.






