Tann 16. apríl 1915 kom Norðlýsið út á fyrsta sinni og hevur verið lokala rødd Norðoyinga síðani.
Vit, sum í dag arbeiða á blaðnum, halda framhaldandi, at tað er brúk fyri einum lokalblaði í Norðoyggjum, og undirtøkan hiðani prógvar eisini, at norðoyingar og føroyingar flestir halda tað sama.
Norðlýsið er elsti føroyski lokalmiðlin. Norðlýsið virkar á tveimum miðlapallum – blað- og netútgáva. Blaðið kemur út hvønn mikudag, í øll heim í Norðoyggjum, umframt hjá haldarum aðrastaðni og fæst til keypst í sølubúðum kring landið. Tá serbløð eru, kemur Norðlýsið út í øll heim í Eysturoynni eisini.

Fólk eru vælkomin á gátt til ein kaffi munn og eitt gott prát.



