Við Norrønu fríggjadagin, fara Ásmundur Joensen og blaðstjórin Oliver Joensen. Teir ætla at fiska síl og samstundis siga frá túrinum á www.nordlysid.fo
Nógv vøtn eru í Hetlandi, og teir báðir, sum vanliga fiska síl í Føroyum, fara at royna hvussu tað kennist hjá tveimum føroyskum sílaveiðimonnum at troyta Hetlendsk vøtn.
Teir skulu búgva á vallaraheimi í Lerwic og hagani ætla teir sær við bili kring um í Hetlandi. Ætlanin er eisini at teir skulu siga okkum frá onkrum upplivingum her á heimasíðuni ímeðan teir eru í Hetlandi. So tann, sum hevur áhuga kann leitað sær aftur á síðuna her.
Helst longu sunnukvøldið fáa vit fyrstu myndirnar og frágreiðingina.




