Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðlýsið á Sjómannadøgunum

Jóhann Lützen

Í løtuni leggja vit seinastu hond á stóra Sjómannadagsblaði, sum verður í øllum postkassum í Norðoyggjum og Eysturoy mikudagin 14. august. Enn ber til at fáa sín boðskap við í blaðið.

Sjómannadagarnir byrja í dag og koyra heilt til sunnudagin, sí skránna aðrastaðni her á síðuni. Sum vant, gera vit eitt stórt blað í samband við Sjómannadagarnir, har m.a. hent vitan, greinar og handilslýsingar eru at lesa. 

Blaðið verður í øllum postkassum í Norðoyggjum og Eysturoy, hjá haldarum aðrastaðni og í sølubúðunum, mikudagin 14. august. 

Tilfar og lýsingar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi kl. 22.00 í kvøld. Sendið á trondur@nordlysid.fo ella ringið á 262612, at frætta nærri.