Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðlýsið einamiðlari og høvuðsstuðul hjá Atlantic Fair

Jóhann Lützen

Til stóru stevnuna Atlantic Fair, sum er í Klaksvík í døgunum 21. til 23. mai tekur Norðlýsið sær av allari miðling í sambandi við stevnuna og er ein sonevndur “official supplier”, sum tað nevnist á enskum. Í hesum sambandi ger Norðlýsið saman við Grafia eitt katalog á enskum, sum verður til taks á sjálvari stevnuni, eins og eitt blað á føroyskum, sum ókeypis kemur runt í hvørt hús í Norðoyggjum og Eysturoynni.

Til ber at kunna seg um tiltakið í blaðnum og heimasíðu okkara, eins á á fair.fo har skrá, yvirlit yvir luttakarar, praktiskar upplýsingar um t.d. gisting, upplatingartíðir, videosamrøður við lyklapersónar í sambandi við stevnuna, myndasavn og mangt, mangt annað er at finna.

Lýsingar til blaðið mugu vera Norðlýsinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. mai kl. 15.

 

Aðrir høvuðsstuðlar hjá Atlantic Fair eru: Klaksvíkar kommuna, Christian í Grótinum samtakið, North Pelagic og Grafia

 

Harleywoodpaint