Framyvir kemur Norðlýsið út í posanum hjá Posta hvønn mánadag og týsdag til allar Norðoyggjar og haldarar
Nýtt ár og nýggjar útgávutíðir. Norðlýsið er einasta føroyska blað, ið verður prentað í Føroyum. Framyvir koma vit út í øllum norðoyggjum hvønn mánadag og týsdag. Posta upplýsir at 2/3 av Klaksvíkini fáa posan mánadagin og 1/3 fær posan týsmorgunin.
Tilfar og lýsingar til blaðið kunnu sendast til info@nordlysid.fo og lysing@nordlysid.fo ella ringið til 221991.




