Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðlýsið lýsingarskerm við Nólsoyar Pálsgøtu

Oliver Joensen

Nólsoyar Pálsgøta er mest trafikeraði vegurin í Norðoyggjum og her ganga eisini sera nógv fólk dagliga, vit vilja víðkað um lýsingarmøguleikar hjá kundum okkara, sigur Jóhann Lützen stjóri í Norðlýsinum

Talgildu lýsingarskermarnir eru blivnir meira sjónligir seinastu tíðina. Norðlýsið hevur fingið ein sera stóran lýsingarskerm, sum hongur á Alfa bókhandli við Nólsoyar Pálsgøtu. 

Lýsingarmøguleikarnir hjá okkum eru Norðlýsið blaðið, sum kemur í hvønn postkassa í Norðoyggjum hvønn fríggjadag, og síðani heimasíðan nordlysid.fo. Nú hava vit fingið hendan lýsingarskermin, sum eg eri sannførdur um fer at verða væl móttikin av okkara lýsarum, sigur blaðstjórin. 

Til ber at fáa góð lýsingartilboð nú vit hava tendrað lýsingarskermin. Setið tykkum í samband við Norðlýsið við at ringja 742222 ella við at skriva á lysing@nordlysid.fo