Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðlýsið stroymir politiskt pallborðskjak úr Løkshøll

Jóhann Lützen

Hvat ætla politikarar við Føroyum, og okkum sum búgva her, tá ið tað snýr seg um vinnu og varðveitan av vælferðarsamfelagnum?

Hetta fæst svar uppá kl. 15.30 í dag, tá FAROEXPO ráðstevna verður hildin í Løkshøll. 

FAROEXPO hevur ráðstevnu í Løkshøll í dag. Fyrri partur eru framløgur og seinni partur er pallborðsorðaskifti millum formenninar úr fýra teimum størstu flokkunum í Føroyum.

Norðlýsið stroymir pallborðsorðaskifti beinleiðs frá kl. 15.30

Í pallborðinum verða

  • Aksel V. Johannesen, løgmaður
  • Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri
  • Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
  • Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Uni Holm Johannesen verður orðstýrari.