Vánaliga byrjanin gjørdi, at KÍ datt so mikið afturum, at liðið ongantíð hevur megnað at komið millum 4 tey bestu liðini og neyvan heldur ger tað í ár.
Um KÍ í 2015
KÍ fekk eina vánaliga byrjan uppá kappingina. Eftir seks umfør hevði liðið bara fimm stig og vunnið ein dyst. Serliga marginalarnir vóru ímóti við sjálvmálum og onkrum skeivum dómaraavgerðum. Við nýggjum venjara og nógvum nýggjum leikarum, so sást greitt, at KÍ leitaði eftir at finna røttu samansetingina og rætta spælistílin. Hyggja vit aftureftir, so sæst eisini, at m.a. Jóannes Bjartalíð og Heðin Klakstein byrjaðu ikki inni fyrstu umførini, men hava seinastu 10-12 umførini kanska verið mest eyðsýndu offensivu leikararnir. Liðið bleiv eisini hart kritisera fyri at spæla ov verjukent í summum dystum. Men síðani kom gongd á við úrslitum, og KÍ fór eisini at spæla rættuliga góðan fótbólt og hevur í grundini við einstøkum undantøkum spælt rættuliga væl síðani B36 dystin 2. apríl. Tað er nokk ivasamt, um nakað annað lið hevur skapt fleiri mál møguleikar. Men liðið hevur latið alt ov nógv mál inn og í nógvum dystum hevur mótstøðuliðið ikki skula havt nógvar møguleikar fyri at fáa síni mál. Klaksvíkingar kunnu tó fegnast um, at tað allan vegin hevur gingið framá og liðið hevur ment seg gjøgnum alla kappingina. Tá so KÍ spældi teir báðar seinastu dystirnar áðrenn summarsteðgin móti teimum báðum ovastu liðunum, so var KÍ leikliga greitt betri enn B36 og eisini omaná móti NSÍ. Men KÍ vann hvørgan av dystunum. Tí tykjast tað vera smálutir, ið skulu broytast fyri, at KÍ fær betri úrslit móti toppliðunum.
Karakter: 6 (av 10 møguligum)
KÍ hevur 25 stig fyri 17 umfør og liggur til at fáa 40 stig. Telja vit hinvegin bara tey seinastu 11 umførini við, so hevur KÍ fingið 20 stig og heldur liðið tann formin, so fær liðið 43 stig, ið viðhvørt røkkur til Europa League. Byrjanin við fimm stigum fyrstu seks umførini og endin við tveimum stigum seinastu trý umførini ger tað tungt hjá KÍ at røkka málsetninginum um 4. pláss í ár. Men aftanfyri úrslitini sær tað gott út hjá KÍ, sum av teimum 17 dystunum nærum ongantíð hevur verið leikliga greitt við undirlutan, kanska við undantaki av báðum teimum fyrru hálvleikunum í báðum dystunum móti HB.
Liggja í løtuni: Nummar 5
Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 4
Norðlýsið tippar nú: Nummar 5
KÍ liggur í løtuni á fimta plássi, har fimm stig eru upp til nummar fýra og fimm stig niður til nummar seks. Av liðunum frammanfyri er tað bara HB, ið KÍ realistiskt sæð kann fáa aftur, tí munurin upp til hini er ov stórur. Lykladysturin verður á Summar Festivalinum millum KÍ og HB. Vinnur HB tann dystin, so skal KÍ innheinta 8 stig uppá hini 9 umførini (27 stig), og tað er ikki sannlíkt. KÍ hevur kanska eisini eina truplari skrá enn HB, so tí verður tað óvæntað, um KÍ fær HB aftur, tí HB hevur framvegis FM møguleika, og tað ger helst, at motivatiónin er í topp. Aftanfyri KÍ kunnu bæði ÍF og TB hótta, tá vit koma longri út í kappingina. Um KÍ megnar at halda støðið frá 6. umfari og til 17. umfar, so eigur liðið at klára at enda á fimta plássinum og kanska hótta HB ella okkurt av hinum liðunum frammanfyri, um nakað av teimum skuldi fingið ein ordiligan niðurtúr.
Dystir eftir á heimavølli: 4 (HB, AB, B36 og EB/Streymur)
Dystir eftir á útivølli: 6 (EB/Streymur, Víkingur, TB, FC Suðuroy, ÍF og NSÍ)
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik




