TB tykist hava bjargað sær sætið í Effodeildini næsta ár longu áðrenn seinasta triðingin av kappingini.
Um TB í 2015
Tað byrjaði sum tað plagar hjá TB kann ein freistast til at siga. Liðið spælir við størri stríðsvilja enn tey flestu av hinum og fyrsta partin av kappingini tykjast TB leikararnir at vera meira klárir enn fleiri av mótstøðuleikarunum. Sum kappingin gongur, so dalar avrikið hjá TB og stigini gerast færri. Men TB stendur á 20 stigum fyri 17 dystir, og tað er eitt gott úrslit fyri ein uppflytara. Tí TB eigur í grundini longu at hava tryggjað sær pláss í Effodeildini næsta ár. Fær liðið 6 stig afturat í seinastu 10 dystunum, so skuldi í øllum førum einki ivamál verið.
Karakter: 8 (av 10 møguligum)
TB liggur í løtuni til at fáa 31-32 stig. Megnar TB at fáa tað talið ella tætt uppá, so er talan um meir enn góðkend ár. TB liðið tykist hava støðið til deildina, og avrikini eru støðug. TB hevur nærum ongan dyst fingið bank. Liðið hevur profilar, ið ganga á odda, í øllum ketum og felags fyri hinar er, at teir geva alt hvønn dyst. Tað skal vera løgið, um TB endar í niðurflytingarvanda, hóast form kurvan var dalandi áðrenn summarsteðgin.
Liggja í løtuni: Nummar 7
Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 8
Norðlýsið tippar nú: Nummar 7
TB er í løtuni nærri við 5. pláss enn við 8. pláss. Men siðvenjan í TB seinnu árini, tá liðið hevur verið í bestu deildini, er, at síðsti parturin av kappingini ikki hilnast so væl sum frammanundan. Tað kann henda aftur í ár. TB eigur tó at hava møguleika at enda á 6. plássi og gongur heilt væl, so er 5. plássið ikki heilt ómøguligt. Skráin sær fín út fyri TB, har heimadystirnir kunnu geva nógv stig og har fleiri av útidystunum eisini kunnu geva sigrar.
Dystir eftir á heimavølli: 4 (KÍ, ÍF, NSÍ og Víking)
Dystir eftir á útivølli: 6 (Víking, HB, FC Suðuroy, AB, B36 og EB/Streymur)
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik




