Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Norðoya Bátafelag við drúgvari skrá

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í morgin, leygardagin 24. februar hevur Norðoya Bátafelag úr at gera við tveimum áhugaverdum tiltøkum.

kl. 10.00 – 12.00 skipar Norðoya Bátafelag, sum heldur til í gamla roykivirkinum á Faktorsvegi 6, fyri ókeypis morgunmati og hugnaligum práti

kl. 14.00 verður Norðoya Bátafelag – aftur í gamla roykivirkinum, skipa fyri serligari móttøku.

Radio av sluppini Carlton verður latið felagnum, og frásagnir um samskifti millum skip og heimið og skip til skip verður á skrá og ymsar søgur verða sagdar.

Skrá:

Noel Joensen framførir við guitara og sangi

Poul Havn handar Norðoya Bátafelag radio frá sluppini, Carlton, eins og sendarar frá øðrum skipum.

Poul Havn greiðir frá og framførur okkurt lag á munnharpuni.

Anskar Hansen fjarritari á Skálaberg greiður frá um samskiftið millum skip og heimini – fyrr og nú.

Sigmar Høgnesen sigur frá onkrum stuttligum samtalum, sum hoyrdist fyrr í tíðini.

Kaffi og køka at fáa, ókeypis.