Hin 27. august í 2020 vóru 70 ár síðani, at Norðoya Tjóðveldisfelag var stovnað. Felagið hevur verið virkið líka síðani, og hetta fara vit at hátíðarhalda við eini veitslu.
Veitslan verður í hølinum hjá Norðoya Kvinnufelagi á Bøgøtu 3, 24. apríl kl. 19.
Kostnaður fyri veitsluna er 300 kr og tú kanst melda teg til við at flyta pening á 9865 1002680 og viðmerkja navn + veitsla. Tilmelding er í seinasta lagi hósdagin 22. apríl.
Henda sama dag skipa vit eisini fyri almennum tiltaki um fullveldissamráðingarnar. Við á tí fundinum vera Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen, Helena Dam á Neystabø og Høgni Hoydal.
Vit gleða okkum at síggja okkara limir og stuðlar í veitsluni.




