Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur aðalfund og fyrsta uppstillingarfund

Norðoya Tjóðveldisfelag

Árligi aðalfundurin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag er mikudagin 16. mars kl. 19 í Finastøðini í Klaksvík.

Tá ið aðalfundurin er liðugur, hava vit fyrsta uppstillingarfund til Løgtingsvalið, sum kemur í seinasta lagi 31. august 2023.

Á skránni til aðalfundin eru frágreiðing um virksemi felagsins seinasta árið, roknskapur, val av nevndarlimum, og so koma fólkavald umboð at greiða frá um politisku støðuna. Høvi verður eisini at seta spurningar.

Á fundinum er møguleiki at tekna seg sum lim og gjalda á staðnum. Eisini kann limagjald flytast á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-1002680. Lesandi og eftirlønarfólk: 100 kr. / øll onnur: 200 kr.

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag  

Harleywoodpaint