Sunnudagur er, og seinasti dagur av ársins norðoyastevnu fer í gongd hvørja løtu. Sí skránna fyri í dag.
kl. 11.00 Guðstænasta við Marjun Lómaklett, sóknarpresti
Hornblástur verður eisini.
kl. 12.30 Fótbóltur – við Djúpumýru
Betri deild – Kvinnur
KÍ – NSÍ
kl. 13.30 Kappróður – FM-barnaróður
kl. 14.00 KFUM & K Klaksvík
Sunnudagsskúli
kl. 15.00 Kappróður – FM róðrar
Kappróður – heiðursmerkjahandan í Klaksvíksgarðinum
Signhild Johannesen, forkvinna í Mentunarnevndini, handar steyp og heiðursmerkir við dráttin, so hvørt róðrarnir eru liðnir.
kl. 15.00 Fótbóltur – við Djúpumýru
Betri deild – Menn
KÍ – NSÍ
kl. 15.00 Atlantis Bio – Palli Halaleysi
kl. 16.00 Soli Deo Gloria, Klaksvíksvegur 56
Familjumøti – Felagssangur, hoyra søgu og hava onkra kapping.
Vælkomin
kl. 17.00 Fótbóltur – við Djúpumýru
Dr. U15 1/2 vøll
KÍ b – Fc Suðuroy
kl. 17.30 KFUM & K – Bønarløta
kl. 18.00 Betesda – møti
Møti við talum og góðum sangi, sum verður stroymt
Sí á www.betesda.fo undir glugganum “Lurta og hygg”
kl. 18.00 Emmaus –
møti v/Frants Jensen.
Sunnudagsskúli undir møtinum.
kl. 18.00 Soli Deo Gloria, Klaksvíksvegur 56
Møti við fríum vitnisburði.
Vælkomin
kl. 18.00 KFUM & K Klaksvík
Møti við Pól Johannessen
kl. 20.30 KFUM & K Klaksvík
Ungdómsmøti við Hanus á Gørðum, presti
Vegna umstøðurnar, er ikki opið hús og sangcafe á Norðoyastevnu í ár
Vitja okkum eisini á facebook – kfumogkklaksvik
kl. 21.00 Atlantis Bio – Little Women
Filmurin “Little Women” er 7. filmatisering av skaldsøguni hjá Louisa May Alcotts við sama heiti.




