Í dag kl. 11 var guðstænasta í Christianskirkjuni við Hanus á Gørðum, sóknarpresti.
Kórið í Christianskirkjuni luttók til pre- og postludium, eins og tey eisini sungu eftir prædikuna.
Andras Sólstein spældi undir á horni til felagsangin saman við orglinum.
Við urguna sat Jóhanna Johannessen.
Guðstænastan varð útvarpað og kann tí hoyrast á netinum.









































