Vit valdu at stongja tunnilin, tí hann var smekk fullur av royki. Vit vita ikki hvaðani roykurin kom, men nú er klárt at koyra, sigur Birgir Johannesen tekniskur leiðari í Norðoyatunnilinum
Norðlýsið var á staðnum og fekk eina mynd, ið vísti hvussu roykurin kom úr tunnilsmunnanum klaksvíksmegin. Vit fingu óváttað tíðindi um at ein lastbilur hevði trupulleikar við motorinum, men hetta kann Birgir ikki vátta fyri Norðlýsinum.
– Vit vita ikki hvaðani roykurin kom, tunnilin var smekkfullur av royki, so tí valdu vit at stongja tunnilin. Men nú er hann latin upp aftur, sigur Birgir Johannesen.



