Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin stongdur um næturnar frá 27. nov. til 22. des.

Jóhann Lützen

Í samband við at arbeitt verður við at skifta ljósskipanina, umvæla ventilatorarnar og skróta loftini, steingir Norðoyatunnilin um næturnar frá sunnukvøldið 27. november og fram til 22. desember.

 

Arbeitt verður hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.