Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoyggjar 5 umboð á Løgtingi

Jóhann Lützen

Verða helst 6, tá avtornar.

Fólkaflokkurin hevði ikki nakað gott val kring landið, men í Norðoyggjum helt hann væl og virðiliga tørn við tað, at helvtin av tingmanningini hjá flokkinum nú eru norðoyingar. Beinir Johannesen gjørdi eitt kanónval, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrisfólk, komu eisini inn. Hartil komu Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum eisini inn á ting.

Jákup Mikkelsen stillaði ikki upp aftur, og Frimodt Rasmussen fall. Nýggir á ting eru Árni Skaale og Steffan Klein Poulsen, ið hava verið ávikavist landsstýrismaður og fastur varalimur á tingi farna valskeið, og nú eru beinleiðis valdir á Løgting.

Valið fall soleiðis út, at um Sambandsflokkurin ella Tjóðveldi koma í samgongu og velja landsstýrisfólk úr tingmanningini, so kemur tað sætta norðoyaumboðið á ting.

Frimodt Rasmussen er nummar 9 hjá Sambandsflokkinum og kemur inn, um Sambandsflokkurin kemur í Landsstýrið og setir 2 landsstýrisfólk úr tingmanningini. Og Eirikur í Jákupsstovu er nummar 7 á tjóðveldislistanum og kemur á Løgting, um Tjóðveldi kemur í Landsstýrið og velur eitt av landsstýrisfólkunum úr tingmanningini.

Farna valskeið vóru eisini 6 løgtingsfólk úr Norðoyggjum, 5 beinleiðis vald og 1 fastur varalimur. Norðoyggjar halda soleiðis stand í løgtingsumboðum, uttan so at bæði Tjóðveldi og Sambandsflokkurin verða hildnir uttanfyri eina samgongu, nakað sum er sera ósannlíkt.