Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyggjar higartil slopnar best frá smittuni

Jóhann Lützen

Corona.fo dagførir ikki økis-yvirlitið yvir tilburðir dagliga, men í seinastu dagføringini, ið er frá 15. august, hava Norðoyggjar tey penastu tølini við einans 2 tilburðum síðani 1. juli. Suðurstreymoy hevur nógv tey flestu tilburðirnar, heilar 93 í tali, so eisini um man justerar fyri, at flest fólk búgva har, er talið framvegis tað hægsta í landinum. Seks tilburðir eru ikki skrásettir enn, og útlendingar eru næststørsti bólkurin eftir Suðurstreymoy.

At útlendingarnir framvegis verða taldir við, er meira av tekniskum ávum enn øðrum orsøkum. Teir eru farnir av landinum aftur og eru harvið staðfestir frískir. Sær ein burtur frá teimum, eins og frá teimum ikki-skrásettu tilburðunum, so eru 2/3 av teimum, ið eru smittað eftir tann 1. juli, búsitandi í Suðurstremoy.

Eysturoyggin hevur 17 smittað, og er hetta ikki serliga høgt í mun til fólkatalið. Henni á baki kemur Suðuroyggin við 12 smittaðum, síðani Sandoyggin við 7, og so er javnt býti millum Norðstreymoy og Vágar, ið hava hvør sínar 3 tilburðir. Aftastar eru Norðoyggjar við 2 tilburðum.

Orsøkirnar til, at Suðurstreymoy liggur ”á odda”, verða sagdar at vera tvinnar: Ólavsøkan og privat tiltak aftaná ólavsøku. Men ongin frágreiðing er um tølini í hinum seks økjunum í Føroyum; heldur ikki hví Norðoyggjar hava so lág tøl á hesum sinni. Ein varislig meting kann vera, at Norðoyggjar vórðu so mikið hart raktar av seinastu bylgjuni, at fólk nú taka eyka fyrivarni.