Í summar letur nýtt listasavn upp í hølunum hjá El-Talvuvirkinum í Norðragøtu (har sum handilin Glæman fyrr helt til).
Í summar letur nýtt listasavn upp í hølunum hjá El-Talvuvirkinum í Norðragøtu (har sum handilin Glæman fyrr helt til).
Tað verður Hildigunn Tausen, sum hevur fyrstu málningaframsýningina frá 6. juli til 1. september og sambært fyrireikarunum er ætlanin at skipa hetta sum eitt afturvendandi tiltak, har ymisk listafólk hava møguleika at vísa fram síni listaverk í ‘Gallarí Glæman’ í summarfrítíðini.
Í ár er tað so Hildigunn Tausen, sum vísir fram.
Hildigunn er uppvaksin í Hovi og er búsitandi í Danmark, har hon starvast sum pedagogur og psykoterapeutur.
Hon hevur fingist við at mála í nógv ár, og myndirnar fáa íblástur frá føroysku náttúruni. Hon er nógv umbiðin til framsýningar í Danmark og hevur eisini framsýningar í Føroyum. Aftaná 1. september sýnir hon fram í Smiðjuni í Lítluvík.
Ferniseringin verður á ‘Gallarí Glæman’ tann 6. juli kl. 17.00. Opið verður síðan gerandisdagar frá kl. 8-16 og annars eftir avtalu.




