Undir liðini á skiparanum og reiðaranum á Norðsøka, Eyðolvi Vang, stendur fyrrverandi eigarin Jákup Joensen, sum átti Norðsøka í eini 24 til 26 ár til 1997 inntil Asbjørn í Tjørnuvík, saman við øðrum keypti bátin saman við øðrum.
Eyðólvur Vang, skipari sigur, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er heldur lakur. Vit hava verið norður úr Mýlingi ídag, og tí valdu vit at fara inn til Eiðis orsakað av styttra teininum at sigla. Vit vóru heldir seinir at seta í gjár og vit vinna einar tríggjar tímar í sigling við at landa her í dag.
Tað er ov lítið, tá vit ikki fáa 100 pund á stampinum, og tað hava vit næstan ikki fingið nú í heyst. Hinvegin, so er hetta ikki besta fiskitið, tað man fara at ganga betur tá vit nærkast november mánaða.
Norðsøki er annars elsta fiskiskip, ið enn er í vinnu. Báturin er bygdur í Danmark í 1941. Tað var Jóhan Purkhús í Klaksvík, ið keypti hann til Føroya. Eftir hann átti skiftandi eigarar bátin, men frá fyrst í 70 unum til 1997 átti Jákup Joensen av Eiði bátin. Frá 97 og til 14 átti Ásbjørn Djurhuus, saman við øðrum bátin, til hann var seldur til Klaksvíkar og Eyðólvur Vang keypti í 2014.
Tá vit vóru á støð á Eiði í dag, var ikki sørt, at umframt Jákup, so vitjaði familjan hjá Jákupi eisini oman á brúnna.




