Fyri løtu síðani tosaðu vit við skiparan á Norðsøka, Hera Vang. Hann sigur, at teir hava verið vestanfyri í dag og at dagurin royndist við nógvum vindi og hartil rulli. Vit sigldu vestureftir, men sóu ikki eina skøvu á ekkoloddinum. Gjørdu so av langt um leingið at seta. Vit vóru eitt sindur ovfarnir tá vit fóru undir at draga, tí sera nógv var á línuni. Vit hava umleið 10.000 pund í dag. Vit spurdu eisini Hera um býtið millum tosk og hýsu. Nei, segði hann, hetta skuldi verið góð toskatíð, men av veiðuni í dag eru bert eini 1700 pund toskur, restin er hýsa. Tá vit spurdu eftir rognum, segði hann at nakað av rognum var, men úr einum stórum toski komu “vatnarogn”, tað er kanska eitt sindur tíðliga, tí rognini skuldu verið upp á ta besta nú.
Á søluni vóru eisini Líðhamar við 6.200 pundum, Stakkavík við 6.000 pundum og Bragd við 5.200 pundum.



