Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Norðsøki farin á íslandsmiðini

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Um midnáttarleitið í kvøld, loysti Finnbjørn Vang springið á Norðsøka, nú Heri Vang, skipari saman við eini manning av fýra ungum monnum fór á íslandsmiðini at royna við snellu. Heri Vang, skipari segði tá teir fóru, at hann roknaði við at tað fór at taka teimum ímillum 30 ogh 40 tímar at koma á fiskileið. Veðurmenninir boðaðu frá eitt sindur av vindi í móti. Upp á fyrispurning um hvar teir fóru at royna við Ísland, segði hann, at tað var ikki heilt avgjørt enn, men helst á suður eysturlandinum onkustaðni.

Norðlýsið ynskir teimum góðan túr.

Harleywoodpaint