Tað hevur hildnast sera væl hjá størru útróðrarbátunum í dag. Vit tosaðu nú við Norðsøka beint nú, teir eru júst lidnir at draga 54 stampar og veiðan er knapt 12.000 pund. Líðhamar var tó fiskikongur við 17.000 pundum. Liðhamar avreiddi á Eiði í dag.




