Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurlendska ráðharraráðið innan fiskivinnusamstarv letur stuðul til verkætlanir

Uttanríkis- og fiskivinnumálaráðið

Nú ber til at søkja stuðul til verkætlanir innan fiskivinnu og alivinnu, sum eru stuðlaðar av norðurlendska ráðharraráðnum fyri fiskivinnusamstarv.

 

Føroyar hava saman við Danmark formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum. Í Norðurlendska ráðharraráðnum eru fleiri ráð, og eitt av teimum er ráðið fyri matvørur, fiski- og alivinnu, landbúnaðarvinnu og skógarvinnu, á norðurlendskum er samstarvið stytt FJLS.

Í FJLS-samstarvinum hava Føroyar formansskapin fyri samstarvinum um fiski- og alivinnu og eisini samstarvinum fyri landbúnaðar- og skógarvinnu, meðan Danmark hevur formansskapin fyri samstarvinum um matvørur.

Við føroyska formansskapinum fer havið at fáa stórt fokus. Sum formansland hava Føroyar staðið á odda fyri at orða eina lýsing eftir umsóknum til verkætlanir innan fiskivinnu og alivinnu, sum eru stuðlaðar av Norðurlendska ráðharraráðnum fyri fiskivinnusamstarv.

 

Verkætlanirnar skulu vera innan raðfestu økini:

  • Samtilvera og havplanlegging
  • Vistfrøðiliggrundað havfyrisiting og at uppbyggja fiskastovnar

Endamálið við stuðlinum er, at vit í Føroyum og í Norðurlondum fáa eina grønari, sterkari og mótstøðuførari fiskivinnu og alivinnu. Stuðul verður latin til fyrisitingarliga- ella granskingarverkætlanir, sum byggja upp nýggja vitan, deila vitan ella styrkja netverk.

Freistin at søkja stuðul er 2. oktober í ár. Til ber at fáa umsóknarblað og meiri kunning á heimasíðuni hjá Norðurlendska fiskivinnusamstarvinum. Leinki Nordisk Fiskerisamarbejde