Finnið ljóssvørðini, blinkiskógvarnar, lummalyktirnar og sjálvlýsandi oyralokkarnar fram!
Leygardagin 27. januar kl. 17 fara vit at lýsa býin upp við at ganga ljósgongu frá Býráðshúsinum á Nólsoyar Pálsgøtu 32 til Posthúsið – at leiða ljósgonguna koma Rakul Ró og Annika Kunoy Im.
Við Posthúsið fara vit saman at gera og avdúka eitt listaverk, og hita okkum við grýturætti frá Gepetto.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin – minnist til at hava ljós við!




