Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna liggur enn í Lerwick

Oliver Joensen

Ferðafólkini, sum eru sloppin í land, hava fingið boð um at vera umborð aftur klæ 20 í kvøld.

Norrøna liggur enn í Lerwick. Í løtuni verða smærri skaðar umvaldir í samráð við Klassan, Det Norske Veritas.

Ferðafólk sum eru við Norrønu eru sloppin í land og hava fingið boð um at verða umborð aftur í kvøld kl. 20.00. Um alt gongur sum ætla fer Norrøna úr Hetlandi í kvøld og verður aftur í Føroyum í morgin fyrrapart.

Enn kann Smyril Line ikki siga meira um, hvørt Norrøna siglir til Danmarkar hósdagin tann 15. novembur kl. 17.00. Avgerðin verður tikin so skjótt sum kanningar av skipinum eru lidnar. Smyril Line væntar at vita meira eftir døgurða mikudagin.

Sigur Smyril Line í tíðindaskrivi til Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl